Í gjár ávaraði matvørueftirlitið í Danmark ímóti einum slagi av medistarpylsu, sum hevur v rerið at fáa í nógvum handlum í Týsklandi, í Danmark, og í einum handli í Føroyum, nevniliga FK á Tvøroyri.
Talan er um eina luksus medistarapylsu, sum ikki var so luksus kortini. Talan er um luksusmedistarpylsu upp á 600 gramm.
Pylsan, ávarað verður ímóti, er pakkað 26.12.2024, men hon er longu farin um seinasta nýtsludag, tí hann var í fyrradagin, 2. januar.
Men skuldi nakar kortini ligið inni við eini medistarpylsu frá hesi ávísu sendingini, verður mælt til, at hon fer í skrell, ella verður latin aftur í handilin.
Orsøkin til ávaringina er, at tey hava funnið salmonella í hesi sendingini. Tann, sum fær salmonella, kann fáa fepur, leyst lív, magapínu, kvalma og kann fara at spýggja. Sjúkan kann vara í nakrar dagar, men kann eisini vara í fleiri vikur.