Ongi úrslit

Ávaring: Ótrúliga hált at koyra í fleiri støðum í Havn og í Kollafjørði

Løgreglan ávarar um, at rættiliga nógv olja er endað á vegnum

Áki Bertholdsen
2. sepember 2023 kl. 18:33

Nú, seinnapartin í dag, fekk løgreglan boð um at vegirnir í Havn, og heilt norður til Kollafjarðar, eru illa oljudálkaðir.

Løgreglan ávarar um, at tað er ótrúliga hált at koyra fleiri staðni, eitt nú á Dalavegnum, Markagilsvegnum, og aðrastaðni, og heilt norður til Kollafjarðar.

Onkur bilur er gliðin, og hevur fingið skaða, men løgreglan heitir á bilførarar um at vísa eitt heilt serligt varsemi.

Tey eru farin at spula oljuna av vegnum, men tað tekur eina løtu. Løgreglan sigur tað helst er ein oljubilur, sum hevur likið alla oljuna á vegin.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14