Avlýsingar hjá Smyrli og Hasfjord

Vegna veður eru bæði seinkingar og avlýsingar hjá Smyrli og Hasfjord í dag

Smyril í stormi (Mynd: Skermmynd/Bjartur Thomsen/YouTube)
Steinar Patursson
22. mars 2023 kl. 09:24

Orsakað av veðrinum varð fyrsti túrur hjá Smyrli úr Havn í morgun útsettur.

Eftir ætlan skuldi Smyril leggja frá landi klokkan 08:45, men fráferðin varð útsett til 09:10.

Strandferðslan boðar frá, at siglt verður aftur úr Suðuroy klokkan 11:30.

Túrarnir úr Havn og av Krambatanga klokkan 16:00 og 18:45 verða ikki sigldir fyri veður, men siglt verður aftur úr Havn klokkan 21:15.

Eisini er av lýsingar á leiðini um Skopunarfjørð, kunnar Strandferðslan.

Túrarnir á leið 85 klokkan 08:30 og klokkan 09:45 úr Skopun og 09:15  og 10:30 av Gomlurætt ikki sigldir í dag.