Avtala undirskrivað um kampusøki

Tórshavnar kommuna og Uttanríkis- og mentamálaráðið hava nú undirskrivað avtalu um kampusøki á Frælsinum í Havn. Tórshavnar kommuna sleppur afturfyri at keypa gamla Studentaskúlan í Hoydølum

Heðin Mortensen og Jenis av Rana. Mynd: Tórshavnar kommuna
Steinar Patursson
4. november 2022 kl. 10:38

Avtalan millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið um kampusøki á Frælsinum í Havn er nú undirskrivað av Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Jenisi av Rana, landsstýrismanni.

Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.

Ætlanin inniber, at undirvísingar- og skrivstovuhøli, saman við lestraríbúðum, skulu miðsavnast á einum kampusøki hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum, har Føroya læraraskúli og Venjingarskúlin hava hildið til.

Samstundis ger landsstýrið eitt sundurbýti í Hoydølum, ið merkir, at gamli Studentaskúlin kann seljast Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna boðar samstundis frá, at kommunan hevur sagt leigusáttmálan hjá Fróðskaparsetrinum av Sjóvinnuhúsinum upp, men at útflytingin verður so lagalig, at hetta fer ikki at ávirka dagliga virksemið hjá Fróðskaparsetrinum.

Ein arbeiðsbólkur handaði í 2019 mentamálaráðnum strategiska ætlan yvir kampusøkið á Frælsinum, men á vári í fjør boðaði Fróðskaparsetrið frá, at kampusbólkurin skuldi tá undir at dagføra kampusætlanina, ið kann síggjast her.