Avtalan um radaran er undirskrivað

Avtalan varð undirskrivað stuttan eftir fund millum partarnar. Aftaná, at danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, og føroyski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, høvdu skrivað undir avtaluna, søgdu teir nøkur orð um avtaluna. Sambært Jenis av Rani, so verður radarin á Sornfelli liðugur um fýra til fimm ár

(Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið).
Kristian Waag Dam
9. juni 2022 kl. 10:23

Klokkan tíggju í morgun bjóðaði løgmansskrivstovan inn til fund í Tinganesi, har danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, og føroyski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, skrivaðu undir avtalu um nógv umrødda radaran á Sornfelli.

Avtalan varð skrivað undir eftir ein stuttan fund millum partarnar. Aftaná, at danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, og føroyski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, høvdu skrivað undir avtaluna, søgdu teir nøkur orð um avtaluna.

Báðir tveir takkaðu fyri eitt gott samstarv og tóktust væl nøgdir við avtaluna. Jenis av Rana greiddi frá, at broytingar allatíðina hava verið í uttanlandsnevndini. Tann seinasta broytingin var, at føroyingar skulu fáa atgongd til allar myndirnar hjá radarinum, sum danir eisini hava atgongd til. Sambært Jenis av Rana, so verður radarin á Sornfelli liðugur um fýra til fimm ár.

Tað hevur drúgt og trupult at avgreiða málið um radaran. Millum annað hevur samgongan verið ónøgd við tilgongdina í málinum, so mikið ónøgd, at Framsókn herfyri hótti við at leggja misálit á landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana. Haraftrat hevur tað verið sera trupult at funnið semju í uttanlandsnevndini.

Í 2019 setti fólkatingið 1,5 milliardir krónur av til tann sokallaða  “Arktis Kapacitetspakke”. Radarin í Føroyum er partur av tí pakkanum. Sambært “Arktis Kapacitetspakke" er nýggi eftirlitsradarin á Sornfelli mettur at kostað 390 milliónir krónur.