B36 fyrireikar seg til stóru uppgávuna í Bulgaria

B36 er komið til bulgarska høvuðsstaðin og fyrireikar seg til stórdystin móti CSKA Sofia hóskvøldið

Sigurjón Einarsson
22. september 2020 kl. 13:28

Eftir at hava spælt seg víðari tríggjar ferðir upp í slag, skal B36 møta CSKA Sofia hóskvøldið. CSKA Sofia endaði á øðrum plássi farna kappingarár, og liggur í løtuni á fjórða plássi eftir seks dystir.

Stendur tað til Jákup á Borg, so ætla teir at gera sítt til, at talan verður um ein spennandi dyst.

- Vit eru ikki komnir niður her fyri at halda feriu. Vit ætla at gera okkara til, fyri at fáa ein spennandi dyst, sigur Jákup á Borg úr telefonini úr Sofia.

Sonni Ragnar hevur leikbann og Rói Mørk Hentze er ivasamur

Spurnartekin eru í ár sett við verjupartin hjá B36, ið hevur latið nøkur løtt mál inn í føroysku kappingini, men tað kemur nokk illa við, at sterki miðverjin, Sonni Ragni Nattestad er leikbannaður til dystin, eftir at hava fingið sítt triðja gula kort í evropeisku kappingini í ár.

Eisini er ivasamt, um Rói Mørk Hentze verður tøkur at standa í mál hóskvøldið. Hann fekk ein skaða í landskappingardystinum móti AB sunnudagin.

- Vit testa hann (Róa Mørk Hentze, red.) í morgin, og so taka vit støðu tá, sigur Jákup í telefonini.

Sunnudagin kom Símun Rógvi Hansen inn fyri Róa Mørk Hentze, og um Rói ikki verður nóg birgur at spæla, so stendur Símun Rógvi í málinum.

Korona ávirkar ikki

Landslæknin boðaði sunnudagin frá, at ein familja í Havn var vorðin smittað við Covid-19, har eitt av børnunum gongur á Glasi. Av tí, at greiða ikki var um, hvar smittan stavar frá, tók leiðslan í Glasi avgerðina um, at allir næmingar og øll starvsfólk áttu at verða kannaði tvær ferðir, har fyrru kanningarnar vóru sunnukvøldið og mánadagin, meðan seinnu kanningarnar verða mikudagin og hósdagin.

B36 hevur tríggjar leikarar, ið ganga á Glasi. Hesir leikararnir og restin av hópinum hava fingið grønt ljós frá Landslæknanum at ferðast til Bulgaria. Allur hópurin hjá B36 bleiv, sambært formanninum, Magni Mouritsen, kannaður leygardagin, har allar royndirnar vóru negativar. Hópurin verður kannaður aftur í morgin, mikudagin.  

Til ber at síggja dystin á Rás1 hjá Televarpinum. Dysturin byrjar klokkan 18 hóskvøldið.