B36 kann møta West Ham

Skuldi tað ótrúliga hent, at B36 vann á Viborg yvir tveir dystir, so er møguleiki fyri at møta West Ham í playoff-dysti til at sleppa í bólkaspæli í Conference League

(Mynd: Facebook/B36)
Sigurjón Einarsson
1. august 2022 kl. 15:50

B36 skal mikudagin á útivølli møta Viborg í triðja umfari av undankappingardystunum til Conference League. Skuldi tað hent seg, at teir hvítu úr Havn megnaðu at koppa Viborg yvir tveir dystir, so skal B36 spæla tveir playoff-dystir til at sleppa í bólkaspælið í Conference League.

Lutakast verður í morgin, týsdagin, men longu í dag vita vit, hvørji lið B36 kann møta – klára teir hvítu úr Havn at vinna seg víðari frá Viborg-dystunum.

Her kann B36 møta Premier League liðnum, West Ham. Men tað eru eisini onnur stórfeløg í pottinum, sum eitt nú Fenerhahce og AZ Alkmaar.

Lutakastið til playoff-dystirnar til Conference League verður í morgin, týsdagin, klokkan 14.

Hesi liðini kann B36 møta:

West Ham

AZ Alkmaar / Dundee United

Young Boys / KuPS

Molde / Kisvarda

Fenerbache / Slovacko (taparin av hesi uppgerðini)

Fyrri dysturin millum B36 og Viborg verður á Viborg Arena mikudagin 3. august klokkan 18, meðan seinni dysturin verður á Tórsvølli 9. august klokkan 19.