B36 noktaði at geva upp

Sum ein boksari, ið var sligin niður í gólvið tvær ferðir, reisti B36 seg í síðstu løtu og endaði við at skriva føroyska fótbóltssøgu

Sigurjón Einarsson
17. september 2020 kl. 08:34

B36 hekk í togunum, tá longda leiktíðin var um at vera úti, men í yvirtíðini av yvirtíðini, langaði Stefan Radosavljevic bóltin í kassan, so dysturin mátti avgerast við brotsspørkum. Her gjørdist Rói Mørk Hentze stóra hetjan.

Tað lá ikki í kortunum, at dysturin skuldi gerast so spennandi, tí eftir ein fyrra hálvleik, har B36 sat á øllum og kom til einar fýra-fimm málmøguleikar, høvdu The New Saints úr Wales lítið at bjóða uppá. Og walisar vóru eisini um ein háls, tá seinni hálvleikur varð bríkslaður ígongd. B36 trýsti og trýsti, og tað var væl uppiborið, at B36 legði seg á odda 1-0, tá Michal Przybylski, serliga hegnisliga vendi sær, snýtti verjuleikaran og skeyt bóltin í málið.

B36 helt áfram at trýsta og vóru sera nær við at fáa mál løtu seinni, men ein TNS-verjuleikari fekk jústað bóltin við høvdinum til horna eftir vandamikið innlegg.

Men so raknaðu walisar við, og í síðsta triðinginum av dystinum, kom TNS til nakrar málmøguleikar. Og tá tað restaðu níggju minuttir av dystinum, javnaði innskifti Leo Smith, og so mátti longd leiktíð til, fyri at finna ein vinnara.

Her hildu walisar seg hava givið B36 avgerandi slagið, eftir at Dean Ebbe legði TNS á odda 2-1, tá tað restaðu átta minuttir av longdu leiktíðini, men Stefan Radosavljevic vildi tað øðrvísi í yvirtíðini av yvirtíðini, tá hann smekkaði ein leysan bólt í málið, eftir at Rói Mørk Hentze skeyt ein langan bólt fram í brotsteigin hjá walisum. Og so mátti dysturin avgerast við brotsspørkum.

Aftur her vóru B36 úti í togunum, tá Michal Prybylski missnýtti og Dean Ebbe skuldi skjóta síðsta sparkið og geva B36 avgerandi slagið, men her gjørdist Rói Mørk Hentze stóra hetjan, tá hann fyrst bjargaði seinasta sparkinum og síðani bjargaði enn einaferð, soleiðis at B36 kundi skrivað føroyska fótbóltssøgu sum tað fyrsta liðið í Føroyum, ið hevur vunnið tríggjar Evropa League-dystir upp í slag.

B36 skal longu í komandi viku spæla á útivølli móti vinnararnum av dystinum millum CSKA Sofia úr Bulgaria ella BATE Borisov úr Hvítarusslandi.