Bakkafrost er á listanum yvir heimsins bestu

EIn føroysk fyritøka er á listanum yvir tær 500 fyritøkurnar í heiminum, sum hava tann størsta, burðardygga vøksturin

Áki Bertholdsen
28. november 2024 kl. 10:51

Altjóða miðilin, Time, hevur nú gjørt ein lista yvir tær 500 fyritøkurnar í heiminum, sum hava tann størsta burðardygga vøksturin.

Og ein føroysk fyritøka er á hesum listanum, og tað er Bakkafrost, sum er nummar 476 á listanum við 71,66 stigum av 100 - men í hugaheiminum hjá nógvum eru Føroyar ikki til og á hesum listanum er Bakkafrost eisini skrásett sum ein donsk fyritøka.

Tordis Poulsen, leiðari fyri burðardygd á Bakkafrost sigur í tíðindaskrivi, at hetta er ein viðurkenning sum vísir, at tey eru á rættari kós.

Hon sigur, art vit framvegis arbeiða miðvíst eftir at gera framstig hvønn dag og tí eru tey ógvuliga fegin um hesa viðurkenningina.

– Metingin hjá Time er grundað á inntøkuvøkstur, fíggjarligt støðufesti og umhvørvisliga ávirkan hjá fyritøkum kring allan heim, siga tey.

Bakkaftost sigur, at tað eru bara fyritøkur, ið kunnu vísa á gjøgnumskygd tøl úr burðardygdar-frágreiðingum, ella upp á annan máta, vóru við í metingini.

Her verður serliga hugsað um CO2 útlát, um orkunýtslu og vatnnýtsla,  umframt um, hvat tey gera við burturkastið.

– Bakkafrost hevur sett sum mál at minka um beinleiðis útlátið hjá fyritøkuni 50 prosent. Harumframt hetta, skal óbeinleiðis ávirkanin minkast 52 prosent fyri hvørt tons av framleiddum vørum - og tað skal alt vera áðrenn 2030.

Harumframt hevur Bakkafrost eisini sett 355 milliónir krónur av til at fremja neyðuga orkuskiftið í árunum 2024 til 2028.