Bakkafrost keypt P/f Faroe Seafood

20. september 2022 gjørdi Bakkafrost avtalu við partaeigararnar í P/f Faroe Seafood 2011 um keyp av øllum partapeninginum í felagnum, herundir eisini keyp av dótturfelagnum Faroe France

(Mynd: Sveinur Tróndarson)
Sigurjón Einarsson
23. september 2022 kl. 14:25

20. september 2022 gjørdi Bakkafrost avtalu við partaeigararnar í P/f Faroe Seafood 2011 um keyp av øllum partapeninginum í felagnum, herundir eisini keyp av dótturfelagnum Faroe France S.A.R.L., ið rekur søludeild í Boulogne Sur-Mer í Fraklandi, ein miðdepil fyri innflutning av sjógæti til Fraklands og evropeiska marknaðin, og sum innflytir og selur føroyskt sjógæti.

- Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at vera fremsti veitarin av laksi í heimsflokki, og vit byggja langtíðar samstarv við okkara kundar og miðja ímóti at veita bestu tænastu. Við keypinum av Faroe France koma vit nærri marknaðinum, og veita enn betur tænastu til kundar í ES, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, í tíðindaskrivi.

Við keypinum styrkir Bakkafrost um støðuna á evropeiska marknaðinum, og virksemið kemur at hækka um tænastustøðið, sum Bakkafrost veitir kundum í Evropa. Bakkafrost yvirtekur raksturin frá 1. oktober 2022.

Í fjør varð 61 prosent av øllum Bakkafrost-laksi útfluttur til evropeiska marknaðin, og serliga Bakkafrost Skotland útflytir stórar nøgdir til evropeiska fastlandið. 

Keypið er treytað av góðkenning frá Kappingareftirlitinum.