Bakkafrost-partabrøv minkað í virði

Tá keypskálin í Oslo lat aftur hósdagin, var virðið á partabrøvunum hjá Bakkafrosti minkað við næstan 13 prosentum upp á ein dag

Tá keypskálin í Oslo lat aftur hósdagin, var virðið á partabrøvunum hjá Bakkafrosti minkað við næstan 13 prosentum upp á ein dag (Mynd: Savnsmynd)
Helgi Hoydal
30. september 2022 kl. 14:05

Partabrævaprísurin hjá norsku alifyritøkunum hava seinastu dagarnar verið í fríum falli, eftir at norska stjórnin boðaði frá, at hon vil leggja ein tilfeingisskatt á ali- og orkuvinnuna.

Les meira um norska uppskotið her: https://www.dimma.fo/grein/noreg-haekkar-skatt-a-ali-og-orkuframleidslu

Nú merkir Bakkafrost eisini avleiðingarnar sum líkjast, hóast tey ikki beinleiðis eru ávirkað av norsku broytingini.

Sent skriv út
Bakkafrost sendi hósdagin eitt skriv út um støðuna, har tey viðgerða broytingarnar í Noreg, og tær sum kunnu koma í Føroyum.

- Bakkafrost rindar skatt í londunum har vit virka. Tað er ikki í Norra, skrivar Bakkafrost.

Hóast alifyritøkan ikki virkar í Noreg, viðganga tey at broytingar kunnu vera á veg í Føroyum.

- Stjórnin í Føroyum arbeiðir í løtuni við einum uppskotið at broyta tøkugjaldið, fyri at tað skal avspegla høga laksaprísin sum hevur verið í seinastuni.

Bakkafrost staðfestir, at uppskotið ikki er viðgjørt í løgtinginum, og eitt tíðindaskriv verður sent út, tá uppskotið er lagt fram.