Bank Nordik: Fleiri taka lán til orkusparandi loysnir

Talið á grønum bústaðarlánum er vaksið við 151 prosentum seinasta árið

Kristian Waag Dam
17. november 2022 kl. 09:30

Alsamt fleiri taka elbillán og lán til orkusparandi loysnir til bústaðin. Hesum boðar Bank Nordik frá í tíðindaskrivi.

Seinasta árið er talið á orkulánum vaksið við 38 prosentum hjá Bank Nordik. Sambært tíðindaskrivinum er orkulán er ætlað teimum, ið skulu gera orkusparandi ábøtur á bústaðin, til dømis umlegging frá oljufýri til jarðhita ella hitapumpu.

Talið av grønum bústaðarlánum er eisini hækkað nógv. Seinast árið eru tey vorðin 151 prosent fleiri. Sambært Bank Nordik er grønt bústaðarlán ætlað teimum, ið hava ein bústað, sum verður hitaður við eini varandi orkuskipan.

Tað eru eisini fleiri, sum keypa sær elbil, og hetta sæst aftur í samlaðu tølunum á elbillánum hjá Bank Nordik. Seinasta árið er talið á elbillánum vaksið við 119 prosentum.