Bank Nordik Open 2021 verður á Glyvursnes 24. juli

Leygardagin tann 24. juli 2021 verður skipað fyri Bank Nordik-Open golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi

Tíðindaskriv
14. juli 2021 kl. 11:46

Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi. Spælt verður í tveimum, soleiðis at vinningur eisini verður latin tí leikara, sum hevur flest stig eftir níggju teimum fyrstu holunum. Meðan viningar verða latnir teimum trimum bestu, ið hava flest stig eftir 18 holum. Fyri at stimbra teimum góðu leikarunum, verður viningur eisini latin til tann leikaran, ið hevur fægst sløg.

Bank Nordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarum eina eskju við Bank Nordik-bóltum. Harafturframt letur Bank Nordik teimum bestu í einstaklinga-kappingini góðar vinningar.

Eisini verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.

Umboð fyri Bank Nordik letur vinnarunum vinningarnar eftir lokna kapping.

Bank Nordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá spælt verður.

Kappingin er fyri øll, sum við einum galdandi handikappprógvi, kunnu vísa at hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.

Tey, ið hava áhuga at luttaka, skulu senda eitt SMS til 55 47 13 ella teldupost til: ja@januar.fo í seinasta lagi hóskvøldið tann 22. juli klokkan 20.

Luttøkugjaldið er 100 krónur.