Bank Nordik: 111 millónir í avlopi í triðja ársfjórðingi

Bank Nordik hevði 111 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í triðja ársfjórðingi

Góða gongdin á fíggjarmarknaðunum í 3. ársfjórðingi hevur borið við sær, at bankin herfyri lækkaði væntanirnar til ársúrslitið.
Kristian Waag Dam
3. november 2022 kl. 10:15

Í dag verður roknskapurin hjá Banknordik fyri 3. ársfjórðing kunngjørdur. Tíðarskeiðið hevur millum annað verið merkt av rentuhækkingum.

Úrslitið eftir skatt gjørdist 111 milliónir krónur samanborið við 194 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2021, tá ið 83 milliónir krónur stavaðu frá søluni av danska virkseminum.

Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 144 milliónir krónur samanborið við 125 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2021.

Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 43 milliónir krónur samanborið við 36 milliónir krónur í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2021.

Bankin lækkar væntanirnar til ársúrslitið

Góða gongdin á fíggjarmarknaðunum í 3. ársfjórðingi hevur borið við sær, at bankin herfyri lækkaði væntanirnar til ársúrslitið.

Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 140 og 170 milliónir krónur.

Sambært tíðindaskrivi frá Banknordik, er leiðslan er væl nøgd við gongdina, ið sambært bankanum sæst á øllum virkisøkjum hjá samtakinum.

Seinasta árið eru lánini til orkusparandi tiltøk, so sum umlegging frá oljufýringum til varandi orkuskipanir, vorðin ein triðing størri.

Harumframt hevur bankin fíggjað meira enn tvífalt so nógvar elbilar samanborið við sama tíðarskeiði í fjør.