Bara tríggir leikarar spæla í Luksemborg

Tað spæla bara tríggir leikarar í Luksemborg, ið eru við í hópinum móti Føroyum. Landsliðið hjá Luksemborg hevur ment seg nógv seinastu árini, men tað er eisini við góðari hjálp frá spælarum, sum eru nationaliseraðir. Tíðindamaður úr Luksemborg heldur, at Luksemborg endar sum nummar tvey í bólkinum

Danel Sinani, sum hevur sáttmála við Norwich City, er eitt gott dømi um, at luksemborgska landsliðið er mannað av fleiri leikarum, ið eru nationaliseraðir. Sjálvur er Danel Sinani føddur í Serbia. Hann skoraði bæði málini í útisigrinum móti Litava farna leygarkvøld
Sigurjón Einarsson
7. juni 2022 kl. 16:59

Við tveimum sigrum á Aserbadsjan og einum útisigri móti Írlandi, setti landsliðið hjá Luksemborg, í undankappingini til HM-endaspælið í Katar, nýtt met við níggju stigum.

Men landsliðið hjá Luksemborg hevur fingið nøkur góð úrslit seinastu árini. Sigrar móti Kýpros og Montenegro í 2020, og so var tað javnleikurin úti móti Fraklandi 2018, sum stjól allar yvirskriftirnar.

– Luksemborg hevur verið í rívandi menning seinastu árini, og spyrt tú fótbóltssambandið her í Luksemborg, so skal Luksemborg spæla seg upp í hægri styrkisbólk í Nations League, sigur Tom Vergez, sum er journalistur fyri tíðindablaðið, L’essentiel, í Luksemborg.

Við leikarum úr Bundesligini, næstu Bundesliga, næstbestu deildini í Onglandi, næstbestu deildini í Turkalandi, bestu deildini í USA umframt spælarar í norskum og svenskum fótbólti, so eru heimaadressurnar hjá landsliðsleikarum hjá Luksemborg spjaddar runt í Evropa og Norðuramerika.

– Í hesum hópinum spæla bara tríggir leikarar í Luksemborg. Men eins og hjá tykkum, giti eg, so hava vit ikki ein breiðan hóp av góðum spælarum. Teir fyrstu 11 eru góðir, men so lækkar góðskan eitt sindur, tá vit koma til 14. mannin. Tó eru nógvir ungir leikarar á veg fram, sum skjótt fara at gera seg galdandi á okkara A-landslið, so framtíðin hjá Luksemborg sær spennandi út.

Tom Vergez vísur á, at tað eru nógvir ungdómsleikarar í Týsklandi, men eisini nakrir í Fraklandi, sum venja á einum høgum støði hvønn dag, so tað er púra vanligt, at ungdómsleikarar fara til feløg í grannalagnum.

– Tað er skjótt at koma til Týsklands og Fraklands, so tað er púra vanligt her, at ungdómsleikarar fara til størri fótbóltstjóðir at royna seg, sigur Tom fyri Dimmalætting.

Hann greiðir frá, at greiða málið hjá fótbóltssambandinum í Luksemborg er, at landsliðið skal vinna seg í ein hægri styrkisbólk í Nations League.

– Málið fyri hesari kappingini var, at Luksemborg skuldi spæla seg upp í deild B, men tá Turkaland kom úr pottinum, so er tað málið eitt sindur órealistiskt, heldur tíðindamaðurin úr Luksemborg, sum er við á landsferðini í Føroyum.

Nógvir nationaliseraðir spælarar
Tom Vergez heldur, at luksemborgska landsliðið hevur góðar verjuleikarar og miðvallarar, men mangla kanska ein ordiligan málskjútta.

– Vit mangla málskjúttan á landsliðnum, men í dystinum móti Litava farna leygardag, vísti Danel Sinani, at hann hevur mál í skógvunum, sigur Tom Vergez.

Danel Sinani skoraði bæði málini í Vilnius í 2-0 sigrinum hjá Luksemborg. Hann er ein nationaliseraður serbi, sum hevur spælt í Huddersfield í næstbestu ensku deildini. Hann hevur sáttmála við Norwich, men var leigaður út til felagið hjá Jóan Símuni, Waasland-Beveren, farna kappingarár. Hetta kappingarárið spældi hann við Huddersfield, har hann skoraði seks mál í 39 dystum.

Og júst hatta – við at nationaliserað spælarar – gongur nógv aftur á luksemborgska landsliðnum.

Serliga nógvir portugisar eru nationaliseraðir, men tað hevur sínar orsøkir.

Í mai í 1970 gjørdu Luksemborg og Portugal avtalu, ið hevði við sær, at serliga byggifeløg í Luksemborg kundu innflyta arbeiðsmegi úr Portugal, sum hevur havt við sær, at alsamt fleiri portugisar hava búsett seg í Luksemborg.

Í 1981 búðu 30.000 portugisar í Luksemborg, í 2001 umleið 60.000 og í 2021 búðu umleið 100.000 portugisar í Luksemborg, sum er áleið 16 prosent av samlaða fólkatalinum og helvtina av øllum útlendingum, sum búgva í Luksemborg.

Tað er stórt arbeiðsloysi í Portugal, og Luksemborg er eitt av londunum, har portugisar velja at flyta til fyri at arbeiða, men eisini nógv verða verandi – eisini fótbóltsleikarar, sum eisini sæst aftur á luksemborgska landsliðnum, sum skal spæla móti Føroyum á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld.

Leys Størv