Barcelona slóð heimsmetið

Ongantíð áður hava so nógvir áskoðarar verið til ein kvinnudyst, sum tá Barcelona tók ímóti Wolfsburg í Champions League hálvfinaluni fríggjakvøldið.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
23. apríl 2022 kl. 20:37

Heimsmetið fyri hægsta áskoðaratal til ein kvinnudyst í fótbólti tók Barcelona fyri trimum vikum síðan, tá tær spældu ímóti høvuðsstaðarliðnum, Real Madrid, í fjórðingsfinaluni í Champions League. Tá vóru 91.553 túsund áskoðarar staddir á Camp Nou, sum er leikvøllurin hjá FC Barcelona. Tískil var tað heilt óvæntað, at Barcelona longu skuldi sláa nýggja heimsmetið, men soleiðis var, tá 91.648 áskoðarar møttu upp á Camp Nou fríggjakvøldið. Altso vóru tað 95 fleiri áskoðarar til hálvfinaluna samanborið við fjórðingsfinaluna, tá undanfarna heimsmetið var sett.

Fríggjakvøldið tók Barcelona ímóti týska Wolfsburg í hálvfinaluni í Champions League. Ongantíð áður hava so nógvir áskoðarar verið til ein kvinnudyst. Barcelona spældi eisini sum ongantíð áður. Kvinnurnar í reyðum og bláum strípum vunnu ein sannførandi 5 – 1 sigur.

Næsta leygardag verður seinna umfarið av hálvfinaluni leikt, tá skal Barcelona til týsklands at verja flotta úrslitið, sum tær fingu á heimavølli. Vinnur Barcelona samanlagda úrslitið í hálvfinaluni, so eru tær í Champions League finaluni, har tær antin møta Paris Saint Germain ella Olympique Lyonnais.