Barnabókasavnið bjóðar av við summarkapping

Ert tú millum seks og 15 ár, kanst tú luttaka í lesiavbjóðingini “Summarbókin 2022” og vera við í lutakasti um góðar vinningar

Tíðindaskriv
28. juni 2022 kl. 13:12

Fyrst mást tú hava arkið við avbjóðingunum, og tað fært tú á bókasavninum ella á www.bbs.fo. Og síðan skalt tú bara:

  • Lesa ella lurta eftir í minsta lagið trimum bókum og fylla út ummælini á skjalinum.

  • Taka av í minsta lagið tíggju av teimum 30 stuttligu avbjóðingunum.

  • Lat so arkið inn á barnabókasavninum í seinasta lagi 20. august, so ert tú við í lutakastinum um spennandi vinningar.

Á Býarbókasavninum eru bókavørðirnir til reiðar at hjálpa, um tú vilt hava íblástur til bøkur, sum hóska til avbjóðingarnar.