Barnadeildin er flutt í nýggj høli

Barnadeildin er flutt úr B5 og Neonatal úr A2, meðan føðideildin ikki enn er flutt í nýggju deildina í H-bygninginum, sum verður nevnd B&U Somatik

Landssjúkrahúsið
28. november 2024 kl. 16:50

Tað varð stórur dagur á Landssjúkrahúsinum í gjár, mikudagin tann 27. november, tá B&U Somatik flutti í H-bygningin.

Barnadeildin hevur áður verið staðsett á B5 og Neonatal á A2, og flytingin inniber sostatt eina samanlegging av deildum. Framyvir verða deildirnar kallaðar B&U Somatik. Sum navnið sipar til eru tað børn og ung við likamligum sjúkum, ið framvegis verða innløgd á deildini.

Flytingin hevur eisini við sær, at bæði sjúklingar og starvsfólk fáa betri karmar og umstøður at arbeiða í, og nýggi bygningurin gevur fleiri møguleikar innan viðgerð.

Við rúmligari hølum, nýggjari tøkni og umhvørvi, ið leggur dent á trygd og nánd, verður tað møguligt at veita eina enn betri viðgerð. Fleiri av starvsfólkunum, sum hava verið partur av flytingini, leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er at hava góðar karmar, ið stuðla teimum í dagliga arbeiðinum. Tað gevur starvsfólki møguleikan at veita eina meira persónliga og fjølbroytta røkt, serliga til viðkvomu ov tíðliga føddu nýføðingarnar og foreldur teirra.

Flytingin er eisini ein liður í menningarætlanini hjá Landssjúkrahúsinum, sum hevur til endamáls at tryggja dygdargóða heilsutænastu alt lívið.

Vónandi verða nýggju hølini ein týðandi liður í at betra bæði arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum og upplivingina hjá sjúklingunum.

Ætlanin er, at føðideildin eisini fer at flyta úr A2 og í nýggju B&U Somatik deildina. Tað verður um ikki so langa tíð, men føðideildin er framvegis á A2.