Klumman: Barnagarðsstovnur á 90. ári

Nú í morgin 24. apríl eru gingin neyv 90 ár síðan fransiskanarasystrarnar komu til Føroya á fyrsta sinni. Tær vóru ikki ørindaleysar, tá tær við ferðamannaskipinum hjá DFDS, Dronning Alexandrine, komu í land niðri á Kongabrúnni

Poulina Slættanes
22. apríl 2021 kl. 15:00

Nú í morgin 24. apríl eru gingin neyv 90 ár síðan fransiskanarasystrarnar komu til Føroya á fyrsta sinni. Tær vóru ikki ørindaleysar, tá tær við ferðamannaskipinum hjá DFDS, Dronning Alexandrine, komu í land niðri á Kongabrúnni. Frammanundan høvdu tær verið í samband við skúlafólk í Havn og spurt seg fyri, hvussu líkindini vóru at byrja privatan skúla í býnum. Hesa tíðina í 30-árunum vóru skúlaviðurskiftini í býnum heldur óskipað. Kommunuskúlin, ið tá helt til í eyðsýnda og vakra grótbygninginum á Vaglinum, og sum nú er ráðhús hjá kommununi, var vorðin alt ov lítil. Av tí sama vóru tveir privatskúlar í Havn, tann hjá Amaliu Joensen og Onnu Sofíu Mohr. Nú var kanska tann triðji á veg.

Hesar báðar nunnurnar vóru púra ókendar við samfelagið, tær komu til. Onnur teirra var donsk, hin fronsk. Men skjótt sóu hesar fremmandu ein annan alneyðugan tørv – børn undir skúlaaldur, ið gingu fyri vág og vind, meðan mammurnar vóru í fiskakjallarum og vaskaðu fisk og turkaðu hann úti á fiskastykkjunum. Her átti onkur skipað eftiransing at verið. Onkur konsulinna og “fínar frúur” í Havn høvdu tikist við okkurt hjálpararbeiði av slíkum slag sum at ansa børnum og seyma teimum klæðir, verður sagt. Svikaligu fiskimannalønirnar elvdu til, at mammurnar máttu taka tað, teimum beyðst, og sjáldan var nakar at ansa børnum undir skúlaaldur.

Nunnur hava aloftast eina samfelagsliga útbúgving: sjúkrasystrar, lærarar, barnagarðslærarar, seymirskur osfr. Teirra merkisorð er at liva í lýdni og fátækadømi. Einki eiga tær sjálvar, alt er felags, sum tær savna seg um. Starvsbúni teirra tá var heilt margháttligur samanborin við aðrar. Har vóru kjólar og skjúrt í fleiri løgum heilt niður á fótabløðini. Á høvdinum høvdu tær ein skerm, ið festur var í eitt langt sleip. Bara sjálvt andlitsskapið var sjónligt. Alt var í kritahvítum, og hava tær verið rættiliga sjónligar í býarmyndini, altráar eftir at gera mun í lítla føroyska, “ódagførda” høvuðsstaðnum. Allar heimsins nunnur liva í sølibat og skulu taka hond um fátæk og neyðstødd. Føroyingar vóru ikki endiliga hesa tíðina í ringum korum, men her haltaði nógv, tí nógv var so tilvildarligt, tá tað galt børnini. Hetta er tíðarskeiðið millum tey tvey stóru heimskríggini.

Tær hava verið djarvar og dugað at grundgivið serliga tørvin. Komnar higar hendi tað, at tær byrjaðu skúla longu í desember 1931 í Bringsnagøtu, í húsunum hjá Klett. Í byrjanini eru 25 skúlabørn. Stutt eftir er barnagarður í somu húsum við 20 børnum. Tilgongdin er stór, samstundis sum stovnurin rennur seg í nógv politiskt ódnarveður. Mangur helt, at nú var ovboðið. Skúlarnir vóru frammanundan so dansksinnaðir við donskum lærarum, donskum lærubókum osfr. Og nú fór støðan bara at versna við málsligum tvørleikum av hesum torskildu, miðevropeisku, katólsku fransiskanarasystrunum.

Sjónligt er í skrivligum keldum, at hóast nógvan ágang, so helt stevnan hjá systrunum. Tá 1931 er um at vera úti, eru 5 systrar komnar aftrat. Árið eftir keypir biskupsdømi fransiskanarasystranna eitt stórt jarðarstykki niðan fyri plantasjuna í Havn og fer undir bygging av skúla, barnagarði, kirkju og kleystri. Um jóltíðir í 1933 stendur alt liðugt. Menn, sum myndaðu mentanarlívið í býnum vóru hjástaddir – M.A. Jacobsen, borgarstjóri, Símun av Skarði, háskúlastjóri, Jógvan Zachariassen, amtslækni og umboð fyri bløðini. Almenna viðurkenningin skortaði ikki. Sum heild vóru fólk hugtikin av hesum nýggja, snøgga, reyðmálaða skúla. Gardinur vóru í skúlastovunum við vakrastu urtapottum. Vorðið sum. Í bløðunum verður skrivað, at vónandi verður undirvísingin líka heppin. Kortini er nógv skriving og togarí í bløðunum um tað málsliga og katólskt árin á barðagarðs- og skúlabørn. Skúlin fær tí skjótt nøkur føroysk lærarafólk og fylgdi øllum reglum fyri føroyskan fólkaskúla. Tað er rørandi at síggja, hvussu nógv systrarnar hava sett seg inn í alt, sum føroyskt er, søgu og at tað fólks- og samfelagsliga. Tað er eisini rímiligt.

Barnagarðsvirksemið, ið nonnurnar byrjaðu í Havn, kann ikki undirmetast. Hóast tvørleikar í gongdsetingini, eru tær her framvegis. Nakrar aldrandi, men altíð við tí fryntliga hugburðinum. Tykkum ynskist til lukku við merkisárinum 1931 og degnum í morgin, tann 24. apríl.