Barnaróðurin á vestanstevnu avlýstur!

Tað er vindur út eftir fjørðinum, og Róðrarsambandið og fyrireikararnir hava avgjørt at avlýsa barnaróðurin.

Dan Lamhauge
17. juli 2021 kl. 13:47

Tað er ikki bara korona, sum spælir vestanstevnufyrireikarunum eitt puss. Tað ger veðrið eisini. Tað hevur verið fitt av vestanvindi í gjár, og enn er fitt av vindi út eftir Miðvági. Nú er avgerð tikin um, at barnaróðurin verður avlýstur í dag. Tað skrivar Róðrarsambandið á facebook. 

Nær barnaróðurin verður avgreiddur er ikki greitt enn. Á jóansøku fyri sløkum nøkrum vikum síðani varð allur róðurin útsettur til sunnudag. Nú mugu vit bara fylgja við.

Jóanis Nielsen, sum stýrir jn.fo, sigur fyri dimma.fo, at tað var ringast beint um middagin, men at vindferðin fer at minka út á seinnapartin. Tí eru góð útlit fyri, at tey vasknu sleppa í bátarnar og at róðurin verður avgreiddur til tíðina.