Barnið hjá dripnu kvinnuni í Holbæk er deytt

Tá ein 37-ára gomul barnakona bleiv stungin til deyðis seinasta hósdag, eydnaðist tað í fyrsta umfari at bjarga barninum. Men nú er barnið deytt

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
8. november 2022 kl. 14:59

Barnið hjá dripnu kvinnuni, ið bleiv stungin til deyðis seinasta hósdag, er deytt.

Tað skrivar danska løgreglan í tíðindaskrivi.

Dripna kvinna úr Holbæk var komin í sjeynda mánað, tá hon bleiv álopin við knívi uttan fyri røktarheimið, har hon arbeiddi. Hon doyði av sínum løstum.

Tað eydnaðist í fyrsta umfarinum at bjarga ófødda barninum við fyrstu hjálp, men nú skrivar løgreglan í Mið- og Vestursælandi í einum tíðindaskrivi, at barnið, ein drongur, er deytt.

Ein 33-ára gomul kvinna og ein 24-ára gamal maður eru handtikin og skuldsett fyri manndráp í samband við drápsmálið.

Bæði tey handtiknu og tann 37-ára gamla dripna kvinnan eru øll afghanskir ríkisborgarar, og hava øll tilknýti til hvønn annan.