Beinleiðis hondbóltur á live.hsf.fo

Seinastu tíðina hava feløgini og HSF arbeitt við einum stroymingsportali, live.hsf.fo, har allir dystir í SMS og Burn deildini og Faxe Kondi steypakappingini, umframt A- og U-landsdystir (tó treytað av upphavsrætti), verða stroymdir. Somuleiðis verða allir dystir í verandi kappingarári liggjandi á portalinum, soleiðis at eisini spældir dystir kunnu leitast fram aftur

Sigurjón Einarsson
11. desember 2020 kl. 18:00

Í longri og styttri tíð hava feløgini, hvør í sínum lagi, stroymað dystir í ymiskari góðsku og við skiftandi reglusemi. Við nýggja live.hsf.fo ætla feløgini og HSF at tryggja betri góðsku og meira reglusemi á einum og sama stað.

Avtala er gjørd við Ø-media við Búgva Øster at veita útgerð, framleiða, samskipa og umsita skipanina, sum við tíðini skal styrkjast og mennast. Búgvi er spentur uppá uppgávuna.

- Vit gleða okkum at fara í holt við hetta samstarvið. Hetta er ein spennandi verkætlan at samskipa beinleiðis hondbólt út til hyggjarnar. Vit byrja einfalt, men ætlanin verður at byggja uppá so við og við, sigur Búgvi Øster frá Ø-media.

Hetta vikuskiftið verða fyrstu dystirnir stroymdir á live.hsf.fo. Fram til jóla verða átta av tólv dystum stroymdir.

Fyrstu 30 dagarnir verður skipanin royndarkoyrd, og ætlanin er, at skipanin koyrir fult og heilt, tá steypakappingin byrjar hálvan januar 2021. Av somu orsøk er ein royndartíð á 14 dagar, fyri tey hald, sum verða teknaði nú í desember.

Til ber at keypa einstakar dystir (Pay per View) fyri 39,00 krónur fyri hvønn dyst. Til ber eisini at tekna leypandi mánaðarhald fyri 89,00 krónur ella leypandi árshald fyri 599,00 krónur.