Bergur Gregersen aftur í Víkingi

Gøtumaðurin er í Føroyum aftur og hevur undirskrivað sáttmála við Víking hetta kappingarárið.

Katrin Erlendsdóttir
12. apríl 2022 kl. 19:10

Bergur Gregersen hevur skrivað undirsáttmála við Víking árið út.

27 ára gamli Norðragøtumaðurin flutti av landinum aftaná seinasta kappingarár, men er nú heima aftur, og tí er tað við gleði at vit kunnu kunngera, at Bergur er aftur í ljósabláu troyggjuni, skrivar Víkingur.

Vinstrabeinti Bergur Gregersen hevur leikt 65 dystir fyri Víking í Betri deildini, so talan er um ein leikara við royndum, sum nú verður lagdur afturat hópinum hjá Víkingi.