Bert Grikkaland og Norra eru opin

Nú er váttað, at danska uttanríkisráðið mælir frá øllum ikki neyðugu ferðum til eitt nú Týskland

Sigurjón Einarsson
22. oktober 2020 kl. 16:18

Týskland og Kýpros er nú eisini á listanum, har mælt verður frá, at ferðast verður óneyðugt. Eisini fýra landslutir í Svøríki eru komin á listan hjá danska uttanríkisráðnum. Tó er ikki alt Týskland lukkað niður. Har er norðurtýski landsluturin, Slesvig-Holsten enn opin.

Grikkaland og Norra enn opin

Nú er tað einans Grikkaland og Norra, ið eru tey seinastu londini, har ikki verður mælt frá at ferðast til. Hesi londini hava lág smittutøl.

Norra hevur tó innført avmarkingar, har ferðafólk skulu í sóttarhald í 10 dagar, um ferðast verður frá Danmark.

Umframt tey, so ber til at ferðast innanríkis til Danmarkar og Grønlands.

Ferðavinnan bløðir enn meira

Týskland er lukkað niður, og tað kann fáa avleiðingar fyri ferðavinnuna. Týskarar gera nógv við at ferðast til Danmarkar í summarhús, men hetta er ikki longur møguligt, um ferðafólk ikki sjálvi eiga summarhúsið.

Eisini stendur skíðárstíðin fyri durum. Tað ber til at bíleggja skíðferðir, men við mestsum øllum bíleggingum, so fylgir ein Covid19-trygging við í prísinum.

Danska uttanríkisráðið roknar smittutøl per 100.000 íbúgvar uppá eina viku. Fer hetta talið uppum 30, so verður eitt land bólkað sum appilsingult, og harvið kemur tað á listan yvir lond, har mælt verður frá at ferðast til.

Grikkaland liggur beint við hetta mark, har landið hevur havt 29,8 smittaði per 100.000 íbúgvar um vikuna tær seinastu tvær vikurnar.