Best er at verða verandi saman

Tað hevði komið øllum til góðar, um NET ikki varð skilt frá móðurfelagnum. Tað heldur Páll H. Vesturbú, stjóri í NET

Sigurjón Einarsson
21. september 2020 kl. 15:38

Síðani felagið varð stovnað í 2005, hevur dentur verður lagdur á, at netfelagið skal vera ópartískur veitari av kaðalborna undirstøðukervinum til allar veitarar av samskiftistænastum á føroyska marknaðinum.

- Vit stremba hvønn dag eftir, at samstarvið við veitararnar skal virka á sama hátt fyri allar, og vanliga riggar hetta væl. Allir partar hava sama ynski um at fáa tænasturnar at virka á besta hátt mótvegis teirra kundum. Eitt sum týðir á, at alt hetta virkar væl her, samanborið við nógva aðrastaðni er, at tað ikki hava verið formligar kærur til Fjarskiftiseftirlitið innan hetta øki síðan 2015, sigur Páll H. Vesturbú.

Hann vil tó ikki leggja seg út í nakað politiskt stríð um bygnaðin í Føroya Tele-samtakinum ella aktuellu orrustuna ímillum landsstýrið øðrumegin og samtaksstjóran, Jan Ziskasen, og íslendska samtaksformannin, Ómar Svavarsson, hinumegin.

Les meira sum haldari:

-          Hvørjar fyrimunir Páll H. Vesturbú sær í at vera partur av einum stórum tele-samtaki.

-          Hvussu Ísland hevur gjørt á økinum.

-          Hvussu fíggjarliga orkan kemur øðrum til góðar.

https://dimma.fo/grein/best-er-at-verda-verandi-saman/