Betri Banki og Betri Pensjón veita fígging til Fjarhitafelagið

Fjarhitafelagið boðar í dag frá, at ein fíggingarloysn er komin í lag, har Betri Banki og Betri Pensjón fíggja víðarimenningina og útbyggingina av fjarhitanetinum í Tórshavn

Steinar Patursson
10. mars 2023 kl. 16:36

Tað verða Betri Banki og Betri Pensjón, ið koma at fíggja víðarimenningina og útbyggingina av virkseminum hjá Fjarhitafelagnum í Tórshavnar kommunu.

Tað sigur Fjarhitafelagið í dag og leggur aftrat, at fíggingarloysnin fer at hava við sær, at ferð fer at koma á arbeiðið at útbyggja fjarhitanetið.

Ætlanin er, at næstu árini skulu um 5000 bygningar í kommununi skifta til burðardyggar hitaskipanir, og at í 2027 skulu øll oljufýr hjá Tórshavnar kommnu verða skift út við grønar orkukeldur.

Fjarhitafelagið sigur, at síðan farið varð at knýta kommunalar bygningar í fjarhitaskipanina, er til dømis Svimjihøllin í Gundadali, Musikkskúlin og Skúlin á Fløtum knýttir í, umframt at stórir privatir bygningar eisini eru í skipanini.

Komandi tíðina skulu millum annað Gundadalshøllin, Fimi og Landssjúkrahúsið eisini knýtast í skipanina.

Tað eru Tórshavnar kommuna og SEV, ið eiga Fjarhitafelagið, og Tróndur Sigurðsson er formaður í nevndini fyri felagið.