Betri kor til lág- og miðallønt

Javnaðarflokkurin vil, at lág- og miðallønt fáa ein skattalætta, og at barnafamiljur fáa ein hægri barnafrádrátt og harvið betri kor í gerandisdegnum.

Jóhannis Joensen
6. desember 2022 kl. 11:16

Somuleiðis vil Javnaðarflokkurin hyggja at botnfrádráttinum og viðbótunum hjá pensjónistum.

Tí Javnaðarflokkurin vil altíð hava eitt vakið eyga við, at eingin inntøkubólkur er við sviðið soð. Allir føroyingar skulu fáa lut í føroysku vælferðini.

Javnaðarflokkurin vil einar javnari Føroyar!

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin