Bielefeld tapti aftur

Jóan Símun ikki við í hópinum

Dan Lamhauge
12. desember 2020 kl. 18:24

Tað gongur ongan veg hjá Bieldfeld. Gamaní vunnu teir seinasta vikuskiftið á heimavølli móti Mains 05. Tað førdi teir upp á triðaftasta plássið. Í dag var útidystur móti Freiburg á skránni. Undan dystinum lá Freiburg eitt stig framman fyri Bielefeld, og tí stóð nógv upp á spæl. Men, tað var klassamunur á liðunum. Bild.de skrivar, at Freiburg var klárt betra liðið, og at teir høvdu neyðuga tolið, tí málini í dystinum komu seint. Freiburg legði seg á odda við brotsparki í 79. minutti. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraðu teir eitt mál afturat, so at endaliga úrslitið gjørdist 2-0 til Freiburg.

Støðan hjá Bielefeld er ikki góð. Nú 11 umfør eru leikt, liggja tær triðaftastir við sjey stigum. Komandi tvær vikurnar koma at vera sera avgerandi fyri Bielefeld, venjaran og Jóan Símun. Komandi vikuskifti møta teir Augsburg á heimavølli. Augsburg hevur fýra stig fleiri enn Bielefeld. Og 19. desembur møta teir botnliðnum úr Shalke 04. Tann dysturin er á útivølli í Gelsenkirchen.

Vinna teir í Bielefeld ikki minst annan av hesum dystunum, so fer helst at standa á hjá venjaranum, Uwe Neuhaus, at varðveita starvið sum venjari hjá liðnum.

Bielefeld er áhugavert við føroyskum eygum, tí okkara Jóan Símun Edmundson er partur av hópinum. Tað er tó hugstoytt, at tað er langt ímillum, at vit síggja hann í dysti. Í dag var hann als ikki við í hópinum, og tað var hann heldur ikki, tá teir fyri viku síðani vunnu á Mains05.

Tí kann tað eisini hugsast, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Jóan Símun Edmundson, sum 26. septembur skoraði sigursmálið móti Køln, um nýggjur venjari tók yvir.

Dimma.fo hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Jóan Símuni, men tað hevur ikki eydnast.