Bjartalíð bjargaði Føroyum eitt stig

Ljóðsamrøða: Tað sá illa út, tá Luksemborg legði seg á odda 2-0 í landsdystinum í gjárkvøldið, men við tveimum málum frá Jóannesi Bjartalíð eydnaðist tað føroyska landsliðnum at fáa eitt stig heim við úr Luksemborg. - Tað vísir styrki at koma afturíaftur, sigur Jóannes Bjartalíð

Gleði á monnum, eftir at Jóannes Bjartalíð hevur javnað til 2-2 móti Luksemborg (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Kristian Waag Dam
15. juni 2022 kl. 10:20

Tíðliga í seinna hálvleiki sá svart út hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, sum týskvøldið var á vitjan á Stade de Luxembourg leikvøllinum, sum er heimavøllurin hjá Luksemborg.

Tá tólv minuttir vóru spældir av dystinum dømdi dómarin brotsspark til heimaliðið, sum Gerson Rodrigues setti í netið, og bara tríggjar minuttir aftaná steðgin økti Leandro Martins til 2-0.

Men føroysk spælararnir fullu ikki í fátt, og tíggju minuttir seinni stóð á jøvnum 2-2. Málskjútti í báðum føri var Jóannes Bjartalíð.

Jóannes Bjartalíð heldur, at liðið vísti styrki við at koma afturíaftur, hóast aftanfyri við tveimum málum.

Hoyr samrøðuna við Jóannes Bjartalíð, ið varð gjørd seint í gjárkvøldið, tá føroysku leikararnir vóru komnir aftur á gistingarhúsið:

Leys Størv