Blákrossheimið er nú góðkent sum viðgerðarstovnur

Heilsutrygd hevur góðkent Blákrossheimið sum viðgerðarstovn, ið veitur rúsviðgerð

Sigurjón Einarsson
19. mai 2022 kl. 15:59

Blákrossheimið hevur fingið tummilin upp frá Heilsutrygd, sum hevur góðkent Blákrossheimið sum viðgerðarstovn, ið veitur rúsviðgerð. 

- Vit gleðast um, at hendan góðkenningin er komin uppá pláss. Vit síggja hana sum eina viðurkenning av tí arbeiðnum, vit gera her, sigur Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, við heimasíðuna hjá felagsskapinum.

Henda góðkenningin hevur heimild í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 2019, “Um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð”, umframt seinnu kunngerðina nr. 75 frá 29. mai 2020. Hon varð gjørd við støði í umsókn, sum varð móttikin 29. desember, 2020, um góðkenning av viðgerðarstovninum.

Heilsutrygd var á eftirlitsvitjan tann 1. juni 2021 á Blákrossheiminum umframt á eini styttri endurvitjan 25. august í fjør. 

Avgerðin hjá Heilsutrygd kann lesast her.