Ongi úrslit

Blinken: Ukraina hevur tikið helvtina av hersettum øki aftur

Blinken væntar, at ukrainski herurin skjótt fer at fáa amerikansk framleidd F-16 stríðsflogfør

Ragnar Sjúrðarson
24. juli 2023 kl. 09:11

Sambært amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, hevur Ukraina tikið 50 prosent av tí økinum aftur, sum Russland upprunaliga hersetti tá kríggið byrjaði.

Tað sigur hann í eini samrøðu við CNN, skrivar tíðindastovan Reuters. Blinken strikar undir, at ukrainska mótálopi júst er byrjað.

Blinken bleiv eisini spurdur um Ukraina fer at fáa amerikansk framleidd F-16 stríðsflogfør. Tað svaraði Blinken, at hann væntar at Ukraina fær.

-    Tað týdningarmiklasta at leggja dent á, er at tryggja, at tá teirra hermenn fáa stríðsflogførini so skulu teir eru væl trenaðir til at viðlíkahalda flogørini og brúka tey á ein skynsaman hátt, sigur hann.

Ein samgonga av 11 londum fara frá august at byrja at trena ukrainskar flogskiparar, at flúgva F-16 stríðsflogførini í Danmark. Ein venjingarmiðstøð verður eisini gjørd í Rumenia.

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14