Bløðini seinkað úr Keypmannahavn

Vegna ólag í postflutninginum í Danmark komu bløðini ikki til Føroya í gjár sum ætlað. Og tað rakar útberingina hjá Posta

Eyðun Mortensen
18. november 2022 kl. 15:38

Hesaferð er tað ikki ólag í flogferðsluni, sum er orsøk til, at Sosialurin og Dimmalætting ikki komu til Føroyar í gjár sum ætlað. Men ólag í postflutninginum í Danmark gjørdi, at bløðini ikki vunnu vegin fram til flogfarið.

Tað harmar okkum tí at siga, at bløðini ikki verða borin út við Posta kring alt landið í dag, men bara í høvuðsstaðarøkinum.

Síðani Prentmiðstøðin gavst at prenta bløð á sumri í fjør, hevur tað ikki borið til at prenta avísir í Føroyum. Tí verða Dimmalætting og Sosialurin prentað í Danmark og flogin heim hósdag um middagsleitið. Tá er lagt upp fyri ávísum seinkingum. Men verða bløðini ikki flogin heim fyrr enn fríggjadag, so fær Posta ikki sorterað øll bløðini, sum tí ikki verða borin út fyrr enn mánadag.

Haldararnir kunnu tó lesa bløðini á netinum.

Haldarar hjá Sosialinum kunnu lesa blaðið á netinum á www.sos.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við haldaranummarinum, sum er stemplað á forsíðuna á bløðunum, sum koma við Posta, og sum stendur á faktaranum til haldaragjaldið.

Haldarar hjá Dimmalætting kunnu lesa blaðið á netinum á www.dimma.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við brúkaranavni og loyniorði, og síðan fara undir tað sum eitur “Blaðið á netinum”.

Vit harmast um, at tað gongur út yvir tænastuna hjá Dimmalætting og Sosialinum og vóna, at haldarar okkara umbera okkum!

Bløðini eru tó at fáa til keyps í leysasølunum

Vinaliga

Eirikur Lindenskov

blaðstjóri

Sosialurin

Eyðun Mortensen

blaðstjóri

Dimmalætting