Blot komið í kavan

Blot er nú komið í kavan, og ymsastaðni er nógv vatn á vegnum, sigur Landsverk

Seyðurin skavar kava fyri at finna sær føði (Mynd: Vár Hanusardóttir)
Steinar Patursson
21. mars 2023 kl. 12:33

Tað hevur regnað av grimd í allan morgun, og blot er av álvara komið í kavan.

Hetta hevur havt við sær, at ein skalvi leyp á vegnum til Selatraðar, og Landsverk boðar eisini frá, at nógv vatn er á vegnum uttan fyri Leynatunnilin leynamegin og á Norðoyrarvegnum í Klaksvík.

Landsverk heitir tí á bilførarar um at koyra varisliga.