Boðini frá Heilsutrygd komu óvart á

- Heilsumálaráðið og Heilsutrygd hava givið royndarskipanini um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár eitt álvarsligt skot fyri bógvin, nú boðað verður frá, at Heilsutrygd ikki longur rindar fyri viðgerðirnar, soleiðis skriva Akademikarafelag Føroya í tíðindaskrivið, nú Heilsutrygd hevur boðað frá, at játtanin til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligariviðgerð til ung millum 15 og 35 ár er uppi

(Mynd: unsplash).
Kristian Waag Dam
1. juli 2022 kl. 15:51

Royndarskipanin var sett í verk síðst í mars 2021 og skuldi eftir ætlan fara úr gildi tann 31. oktobur í 2023, men fyrradagin boðaði Heilsutrygd frá, at játtanin til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligariviðgerð er uppi. Hetta merkir, at Heilsutrygd bara rindar fyri viðgerðir til og við 30. juni, sum var í gjár.

Orsøkin til at játtanin er uppi kemst, sambært Heilsutrygd, av, at man upprunaliga ikki hevur mett tørvin so stóran, sum hann nú hevur víst seg at vera. Á heimasíðuni hjá Heilsutrygd verður eisini greitt frá, at útreiðslurnar hava tikið dik á seg frá mars í ár, og tí hevur verið trupult at mett um gongdina. Í fráboðanini á heimasíðuni hjá Heilsutrygd stendur einki um, hvat skal henda við teimum mongu, sum eftir drúgva bíðitíð antin eru byrjað í viðgerð ella eru ávegis inn í skipanina.

Boðini hjá Heilsutrygd, um at steðga ókeypis viðgerðini frá degi til dags, kom óvart á Akademikarafelag Føroya, sambært tíðindaskrivinum. Fyri bert fimm vikum síðan vóru sálarfrøðingarnir á fundi við Heilsutrygd, har ætlan varð løgd um at byggja skipanina út vegna stóran eftirspurning og langar bíðilistar, skriva fakfeløgini í tíðindaskrivið.

Tað er eisini bert smáar fimm vikur síðan, at løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, segði hesi orð á ráðstevnu um at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu: “.....vit skulu bjóða hjálp í serflokki til tey, sum longu hava fingið trupulleikar”, men nú játtanin til royndarskipanin er uppi, er tað ikki longur møguligt at fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðger.  

Sambært Akademikarafelag Føroya, so er faklig semja um, at royndarskipanini er eitt serstakliga skilagott átak. Tað tók tó nakað av tíð at fáa skipanina at virka eftir ætlan, tí stórt trýst var frammanundan á at sleppa til sálarfrøðing, men fyri nøkrum mánaðum síðani kom rættilig gongd á skipanina, og nógv ung fingu ávísing og komu í viðgerð. Men best sum var, komu boð til sálarfrøðingarnar frá Heilsutrygd um at steðga allari viðgerð frá degi til dags.

Heilsutrygd hevur biðið um at fáa eykajáttan til royndarskipanina restina av árinum. Hetta arbeiðið er í gongd, skrivar Heilsutrygd á heimasíðuni.