Bók um teir 70 sjómanskvinnuringarnar verður løgd fram

Í kvøld verður bókaframløga í Løkshøll í Runavík. Tá verður bókin “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”, sum Torleif Johannesen hevur skrivað, løgd fram

Tíðindaskriv
22. september 2022 kl. 12:00

Í kvøld, 22. september klokkan 19 verður bókaframløga í Løkshøll í Runavík.
Tá verður bókin “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”, sum Torleif Johannesen hevur skrivað, løgd fram.

Søgan um sjómanskvinnuringarnar er týðandi partur av søguni hjá Sjómansmissiónini, og er partur av bygdar- og býarsøgunum, ja, partur av Føroya søgu.

Í bókini verður greitt frá teimum 70 føroysku sjómanskvinnuringunum í 65 bygdum og býum í Føroyum, og um tann í Reykjavík og í Hirtshals.
Teir hava verið ryggurin í føroyskari sjómansmissión síðani 1928 og eru tað enn.

Bókin er 361 síður. Í henni eru 285 myndir av fleiri enn 1.000 kvinnum. Forsíðumyndina hevur Livar Nysted málað og Jóhanna Thomsen hevur sett bókina upp. Heimamissiónsforlagið gevur út og bókin kostar 345 krónur.

Í samband við framløguna fara Petur Hans Hansen og Jónhild Djurhuus við bólki at syngja og spæla og høvundurin greiðir frá bókini. Eisini fara Andrias Magnussen og Ása Jacobsen at siga nøkur orð og Livar Nysted greiðir frá myndini á forsíðuni.

Drekka verður aftaná og høvi at keypa bókina.

Øll eru vælkomin.

Bókin fæst til keyps á Manna.fo og í bókahandlum um landið.