Borgarafundur á Skála um turrdokk

Borgarafundur verður í skúlanum á Skála nú mikukvøldið um ætlaðu turrdokkina í bygdini

Sigurjón Einarsson
31. januar 2023 kl. 11:30

Mest hevur ætlanir at dagføra skipasmiðjuna á Skála við nýggjari og størri turrdokk. Og í hesum sambandi skipa Runavíkar kommuna og P/f Mest fyri borgarafundi í skúlanum á Skála nú mikukvøldið klokkan 19.

Ymsar ætlanir hava verið frammi um hesa verkætlanina seinastu árini, meiri og minni kendar, men í longri tíð hevur verið arbeitt við tí loysnini, sum leiðslan fer at leggja fram á borgarafundinum.

– Mest hevur søkt Runavíkar kommunu um byggiloyvi, og sum avrátt partanna millum, so fara fyrisiting, nevndir og býráð ikki undir viðgerðina av umsøknini fyrrenn borgararnir í bygdini hava fingið høvi at siga sína hugsan um nýgerðina, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Skála er kend fyri bátasmíð langt aftur í tíð, og í skjótt stórthundrað ár hava skipasmíð og umvælingar av skipum verið høvuðsvinnan í bygdini. Verandi turrdokk er vorðin ov lítil til at rúma nýggjaru skipunum í føroyska flotanum og teimum í grannalondunum, tí hevur skipasmiðjan tørv á at víðka kapasitetin allar vegir. Í breidd, longd og til ein alt størri djúpgang.

Skráin fyri fundin mikukvøldið er hendan:

Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, bjóðar vælkomin.
Mouritz Mohr, stjóri, greiðir frá ætlanum felagsins.
Jóhannes Steingrund greiðir frá kanningum gjørdar í sambandi við ætlanina.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, greiðir frá leiklutinum hjá kommununi.
Spurningar úr salinum - og svar frá teimum, ið varða av ætlanini um útbygging av skipasmiðjuni.

Kommunan sigur, at fundurin er almennur og at øll eru hjartaliga vælkomin á borgarafundin.

Ætlaða turrdokkin skal liggja við síðuna av núverandi turrdokk