Boris Johnson skrivar bók um síni ár í Downing Street

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer at geva út bók um síni rokaligu ár í hægsta embætinum í Bretlandi

Ragnar Sjúrðarson
17. januar 2023 kl. 12:46

Boris Johnson fór frá sum bretskur forsætisráðharri í september 2022. Tað hendi eftir at fleiri av hansara ráðharrum mótmæltu hansara leiðsluhátti við at siga seg úr starvi.

 Nú hevur Boris Johnson skriva undir sáttmála við bókaforlagið Harper Collins, skrivar Reuters. Tað er tó óvist nær bókin fæst til keyps.

 -       Eg síggi fram til at arbeiða við Boris Johnson, nú hann fer at koma við síni frásøgn um sítt stjórnarskeið. Tíðarskeiðið Boris Johnson var forsætisráðharri, var eitt tað mest minnisverda tíðarskeiðið í nýggjari bretskari søgu, sigur Arabella Pike, ið er stjóri í forlagnum sum fer at geva bókina út.

 Gølur eyðkendu tíðina hjá Boris Johnson, sum forsætisráðharri – millum annað helt hann fleiri veitslur eftir at hann sjálvur hevði sett strangar koronaavmarkingar í verk.