Børn við serligum tørvi fáa frítíðartilboð

Almannaverkið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð til at veita frítíðartilboð til børn við serligum tørvi

Sigurjón Einarsson
9. august 2022 kl. 11:06

Almannaverkið hevur nú fingið góðar karmar til frítíðartilboðið til børn við serligum tørvi næstu árini, nú Tórshavnar kommuna og Almannaverkið hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur fingið nógvar hjartanemandi fráboðanir frá foreldrum og avvarðandi um keðiligu støðuna, nú Almannaverkið ikki hevur kunnað veitt frítíðartilboð til børn við serligum tørvi í tann mun, ið tørvur hevur verið á.

- Vit frættu, at tað vóru eini 20 børn bara í Tórshavnar kommunu, sum ikki fingu frítíðartilboð. Kommunan setti seg so í samband við Almannaverkið fyri at fáa betri fatan av trupulleikanum, og vit hava síðan í góðum samskifti funnið eina góða loysn, sigur Heðin Mortensen við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, fegnast eisini um avtaluna.

- Tórshavnar kommuna hevur víst stóra ábyrgd við hesi góðu hjálp til Almannaverkið, og sum kemur borgarunum í kommununi til góðar, sigur stjórin.

Leigumálið er umleið fimm ár.

Kommunan hevur í eina tíð viðgjørt møguleikan at byggja íbúðir í økinum, men Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at fyrst skal heildarætlan og býarskipan fyri Frúutrøð og Jónas Broncks gøtu gerast liðug, og at hesar fyrireikingar halda fram.

Leigumálið ávirkar heldur ikki tónleikavirksemið hjá GHM, sum er á loftinum, skrivar kommunan á heimasíðuni.