Børnini hjá Joachim prinsi missa síni kongaligu heiti

Frá 1. januar í 2023 fella kongaligu heitini sum prinsur og prinsessa hjá børnunum hjá Joachim, prinsi, burtur. Hetta hevur Margretha, drotning, avgjørt. Hesum boðar danska kongshúsið frá í dag í tíðindaskrivi.

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
28. september 2022 kl. 14:10

Frá 1. januar í 2023 fella kongaligu heitini sum prinsur og prinsessa hjá børnunum hjá Joachim, prinsi, burtur. Hetta hevur Margretha, drotning, avgjørt. Hesum boðar danska kongshúsið frá í dag í tíðindaskrivi.

Sambært tíðindaskrivinum hjá kongshúsinum, so er avgerðin hjá drotningini í samsvar við líknandi tillagingar, sum onnur kongshús á ymiskan hátt hava framt seinnu árini.

Joachim, prinsur, eigur fýra børn. Við fyrru konu síni, greivafrú Alexandru, eigur hann synirnar Nikolaj og Felix, meðan hann eigur børnini Henrik og Athena saman við núverandi konu síni Mariu, prinsessu.

Hóast børnini hjá Joachim, prinsi, missa kongaligu heitini sum prinsur og prinsessa, so varðveitta tey teirra pláss í kongaligu arvarøðini. Tey fýra ommubørnini hjá Margrethu, drotning, kunnu eisini enn brúka heitini sum greivi og komtessa av Monpezat.

Avgerðin hjá Margrethu, drotning, er tó ikki fallin í góða jørð hjá fyrru konuni hjá prinsinum, greivafrú Alexandru. Sambært danska miðlinum BT er mamman at elstu børnunum hjá Joachim, prinsi, skelkað av avgerðini.

- Vit eru kedd av tí og í sjokk. Hetta kemur sum eitt snarljós frá einum klárum himni. Børnini kenna seg útstoytt. Tey skilja ikki, hví teirra samleiki verður tikin frá teimum, sigur hon við BT.