Børnini, óansæð bústað og kor, skulu fáa møguleikan til frítíðarítrív

Ein samhaldsføst skipan sum tryggjar, at øll børn í Føroyum hava møguleikan at velja frítíðarítriv til, skal setast í verk sum skjótast.

Helga Bára Mohr Vang
30. november 2022 kl. 10:30

Ein samhaldsføst skipan sum tryggjar, at øll børn í Føroyum hava møguleikan at velja frítíðarítriv til, skal setast í verk sum skjótast.

Frítíðarkortskipanir eru longu settar í verk av nøkrum kommunum í Føroyum. Endamálið er at tryggja, at øll børnini, ið har búgva, hava møguleikan at ganga til ítrív, óansæð fíggjarlig kor hjá familjuni. Ítróttafeløg í hesum økjum, hava í onkrum førum hækkað sín limagjaldsprís fylgjandi, ofta fyri at kunna brúka meiri fíggjarliga orku til ungdómsvenjingina. Hetta er gleðiligt, men tað er ikki rætt at børn í Føroyum hava ymiskar møguleikar, alt eftir bústað.  

Ein meir samhaldsføst skipan, sum rakar inn í tær fíggjarligu sperdu familjunar, hevði gagnast flest børnum. Harumframt kundu ávís krøv setast teimum frítíðarvirksemunum, sum frítíðarkortið kann nýtast til, soleiðis at tryggjað verður, at fíggingin kemur børnunum til góðar.

Frítíðarvirksemi skal vera eitt gott og mennandi umhvørvi fyri øll børn, og ítróttafeløgini hava eina ábyrgd fyri at tryggja ein sunnan felagskap, har trivnaður verður raðfestur og ikki einans úrslit.

Sum títt val fari eg at virka fyri, at land og kommunur menna slíka skipan í felag og harvið framhaldandi menning av ungdómsítrótti í Føroyum.

Helga Bára Mohr Vang

Valevni fyri Javnaðarflokkin