Bøtt verður um ferðslutrygdina við brúnna um Streymin

Eftir ætlan verður nýggja hámarksferðin á vegastrekkinum við brúnna um Streymin, Eysturoyarmegin, sett niður á 60 km/t. Sambært heimasíðuni hjá Sunda kommunu, so kemur nýggja hámarksferðin í gildi í juni 2022

Mynd: sunda.fo
Kristian Waag Dam
16. mai 2022 kl. 16:45

Eftir ætlan verður nýggja hámarksferðin á vegastrekkinum við brúnna um Streymin, Eysturoyarmegin, sett niður á 60 km/t. Sambært heimasíðuni hjá Sunda kommunu, so kemur nýggja hámarksferðin í gildi í juni 2022.

Tað eru onnur øki í Føroyum, sum líkjast tí við brúnna um Streymin, Eysturoyarmegin, men fáa staðni henda so nógv ferðsluóhapp og vanlukkur sum júst har. Sunda kommuna hevur í fleiri umførum heitt á myndugleikarnar, um at bøta um trygdina á farleiðini við brúnna við Streymin, men enn er einki gjørt við málið.

- Vit hava seinastu mongu árini roynt at heitt á myndugleikarnar um at finna eina loysn, so bøtt verður um trygdina, men higartil er einki hent, soleiðis segði borgarstjórin, Jógvan Kruse fyrr í ár í samrøðu við Dimmalætting.

Nýggja hámarksferðin er tó bert ein fyribils ábót. Ætlanin er at finna eina varandi loysn, millum annað hevur ein rundkoyring áður verið uppá tal. Borgarstjórin í Sunda kommunu segði soleiðis fyrr í dag, um núverandi støðuna á vegastrekkinum við brúnna um Streymin:

- Hetta er tann loysnin vit hava eftirspurt ímeðan vit arbeiða uppá eina varandi loysn. Henda loysnin er gjørd fyri at bøta um trygdina og minka um vavi av ferðsluóhappum.

Vegirnir við brúnna við Streymin, Eysturoyarmegin, eru allir tríggir landsvegir, og tí er tað ein uppgáva hjá landinum at skipa ferðsluna har so trygt sum gjørligt. Jógvan Kruse vísti í samrøðu á, at Landsverk er í gongd við at fyrireika arbeiðið til eina varandi loysn. Sambært borgarstjóranum, so er ein rundkoyring tann tryggasta loysnin, men enn er ongin varandi loysn funnin.

Um alt gongur eftir ætlan, verður hámarksferðin á vegastrekkinum sett niður á 60 km/t í juni 2022.