

Hesin dagurin var ikki góður hjá norðurlondum í HM kappingini í hondbólti.
Svøríki varð roknað at vera favorittur ímóti Brasil, men Brasil vann 27-24. Tað ber við sær, at Svøríki ikki hevur møguleika at røkka í fjórðingsfinaluna, og tað ber eisini við sær, at Brasil fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevur vunnið seg í fjórðingsfinaluna í HM kappingini í hondbólti fyri menn.
At Svøríki tapti ímóti Brasil ber við sær, at Norra heldur ikki hevur møguleika at røkka í fjórðingsfinaluna, og í Norra er pressan í kvøld í øðini inn á sviar, sum verða sagdir at hava avrikað óvanliga vánaliga. Norra vann í kvøld 37-22 ímóti Kili.
Í hesum sama bólki 3 í miðumfarinum vann Portugal 35-29 ímóti Spania. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Portugal í HM endaspæli vann ímóti Spania, og hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Portugal hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni.
Enn er tað ikki greitt, hvørjum fjórðingsfinalurnar hjá Brasil og Portugal vera ímóti, men tað er nógv, sum bendir á, at Brasil og Danmark fara at hittast.
Í kroatiska høvuðsstaðnum Zagreb vann heimaliðið 32-26 ímóti Íslandi. Venjari hjá Kroatia er íslendski Dagur Sigurðsson.
Íslendingar vóru langt frá tí støði, sum teir higartil hava víst. Teir vóru blástir av vøllinum av heimaliðnum, sum átti øgiligan stuðul millum áskoðararnar. Kroatia tapti fyrr í kappingini ímóti Egyptalandi, og kroatiska avrikið hevur fyrr í kappingini als ikki verið, sum tað var í kvøld.
Egyptaland vann 26-25 ímóti Slovenia.
Í bólki 4 hava Kroatia, Egyptaland og Ísland øll seks stig. Hvørji tvey av hesum vinna seg víðari í fjórðingsfinaluna verður avgjørt sunnudagin, tá ið Ísland fer at spæla ímóti Argentina, Kroatia ímóti Slovenia og Egyptaland ímóti Kap Verde.
Stóra tapið í kvøld ber við sær, at Ísland í innanhýsisuppgerðum liggur undir hinum báðum. Íslendski møguleikin at røkka í fjórðingsfinaluna er treytaður av sigri ímóti Argentina og av, at Kroatia ikki vinnur ímóti Slovenia ella at Egyptaland ikki vinnur ímóti Kap Verde.
Japan – Bahrain 31-27
Argentina – Kap Verde 30-26
Spania – Portugal 29-35
USA Kuba 27-26
Egyptaland – Slovenia 26-25
Svøríki – Brasil 24-27
Kroatia – Ísland 32-26
Kili – Norra 22-39