Brennievni at hita býli størstan árligan prísvøkstur

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru hækkaðir umleið 18 prosent frá november 2021 til november 2022

Sigurjón Einarsson
19. januar 2023 kl. 12:33

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru hækkaðir umleið 18 prosent frá november 2021 til november 2022.

Tað er serliga húsaleigan og brennievni til at hita býli. Tað eru serliga stóru príshækkingarnar á brenniolju, sum byrjaðu í 2021, ávirka framvegis prísgongdina, skrivar Hagstovan.

Í seinastu uppgerðini hjá Hagstovuni sæst, at tað er vorðið dýrari at læna pening til húsalán. Tað er fyrstu ferð í meira enn tíggju ár, at vísitalið fyri rentuútreiðslur veksur. Prísurin á streymi hevur verið óbroyttur seinasta árið.

Kelda: Hagstova Føroya