Brennivargur í staðin fyri John Frederiksen

Eftir at John Frederiksen og Raith Rovers í gjár avgjørdu at enda samstarvið, gjørdi skotska felagið skjótt av og fekk nýggjan áleypara í hópin. Á sosialu miðlum er nýggi framherjin kendur fyri eitt mál, ið hann ikki skoraði

"Skeiva langa tá!" Soleiðis høvdu føroysk viðhaldsfólk rópt restina av dystinum, um ein tílíkur málmøguleiki var misnýttur í bestu føroysku fótbóltsdeildini
Sigurjón Einarsson
1. februar 2023 kl. 10:45

Í gjár gjørdist tað greitt, at føroyski framherjin, John Frederiksen, er loystur úr sínum sáttmála við skotska felagið Raith Rovers.

John Frederiksen sigur við Dimmalætting, at tað er ikki so nógv at siga um íkomnu støðuna beint nú, men at okkurt mátti henda, nú hann ikki hevur fingið so nógva spælitíð í skotska felagnum.

– Eg var noyddur at taka støðu til mína egnu yrkisleið her og nú, eftir at eg hevði eitt prát við venjaran og felagið um mína støðu í felagnum. Tað hevur ikki ordiliga gingið eftir vild her í Skotlandi, so ein loysn mátti finnast, nú flytingarvindeygað letur aftur í kvøld (sum læt aftur í gjárkvøldið, red.), sigur John Frederiksen.

Men Raith Rovers gjørdi skjótt av, og gjørdi ein leigusáttmála við nýggjan framherja, áðrenn flytingarvindeygað. Talan er um ein áleypara, sum á teimum sosialu miðlum er kendur fyri eitt mál, ið hann ikki skoraði.

Talan er um 24-ára gamla framherjan úr Suðursudan, William Akio, sum Raith Rovers hevur leigað úr Ross County, sum millum annað hevur havt Atla Gregersen í hópinum frá juni í 2010 til februar í 2011.

William Akio hevur spælt fótbólt í Kanada, men gjørdi undan hesum kappingarárinum ein sáttmála við Ross County. Men tað er serliga ein støða í einum dysti, tá hann spældi fyri Valour FC, ið spælir í Canadian Premier League, sum áleyparin úr Suðursudan er kendur fyri.

Tað er ikki so nógv at siga um sjálva støðuna – fyri uttan tað, at ein kann spyrja seg sjálvan, hví tað ikki bleiv mál. Á sosialu miðlum verður hendan støðan nevnd størsti misnýtti málmøguleiki nakrantíð, men tað lata vit vera upp til lesaran, hvørt hetta størsti misnýtti málmøguleiki ella ikki: