Bresturin kom av Glyvursnesi

Tað buldraði um allar geilar, tá J&K Petersen sprongdi á Glyvursnesi fyrr í kvøld

Steinar Patursson
26. juli 2021 kl. 19:16

Tað vóru ivaleyst mong, ið hvukku við, tá ein harður brestur fyri góðari løtu síðani hoyrdist um alla Havnina og í øllum førum inn á Toftir til til Kaldbaks.

Tá Dimmalætting ringdi til løgregluna fyri at vita, hvat var áfatt, visti løgreglan ikki, hvat tað var. Men vakthavandi á løgreglustøðini vísti til tær mongu telefonirnar, ið ringdu aftanfyri, og segði, at tey vóru nógv, ið vildu vita, hvat var áfatt.

Tað gjørdist kortini skjótt greitt, at ivaleyst hevði talan verið um eina spreinging á Glyvursnesi. Stjórin á J&K Petersen segði fyri Dimmalætting, at eftir ætlan skuldi spreingjast millum kl. 17. og kl.19., men at hann hevði ikki fingið váttað frá spreingimeistaranum, at bresturin kom av Glyvursnesi.

Løgreglan kann nú kortini vátta, at talan var um eina spreingin á Glyvursnesi.