Bretski tjóðbankin fremur størstu rentuhækkanina í 27 ár

Talan er um størstu rentuhækkingina í Bretlandi síðani 1995

Her sæst mynd av bretska tjóðbankanum, ið liggur í Londum. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
4. august 2022 kl. 16:06

Bretski tjóðbankin, Bank of England, hevur hækka leiðandi rentuni upp á 0,50 prosentstig, so hon úr er 1,75 prosentstig.  Talan er um størstu rentuhækkingina í Bretlandi síðani 1995, skrivar Ritzau.

Rentuhækkingin kemur í kjalarvørrinum av høgu inflatiónini, ið er vaksin nógv síðani russisku innrásina í Ukraina í februar. Rentuhækkingin hevur til endamáls at tálma høgu inflatiónini.

Rentuhækkingin kom heldur ikki óvart á, tí bankin fylgjur mynstrinum hjá øðrum miðbankum, harímillum tí amerikanska og evropeiska.

Andrew Bailey, ið er stjóri í Bank of England, sigur við bretska tíðindamiðilin BBC, at hann er greiður yvir, at tað í løtuni er trupult at liva og fáa endarnar at røkka saman, men framdi bankin ikki hesa hækkan, so fór tað at gera ilt verri.

Bank of England væntar, at vaksandi inflatiónin kemur uppá 13 prosent í oktobur og síðani fellur hon aftur. Bretski tjóðbankin hevur eisini mett, at afturgongdin í bretska búskapinum fer at halda áfram inntil ársenda í 2023.