Bríet gestar Listastovuna fríggjakvøldið 25. novembur

Bríet er ein prísvinnandi íslendskur tónleikari, og er kend fyri millum annað sangirnar Esjan, Feimin(n) og Rólegur kúreki. Hon spælir sjálv fleiri ljóðføri, og skrivar og framførir sínar egnu sangir

Tíðindaskriv
17. november 2022 kl. 10:00

 Bríet er ein prísvinnandi íslendskur tónleikari, og er kend fyri millum annað sangirnar Esjan, Feimin(n) og Rólegur kúreki. Hon spælir sjálv fleiri ljóðføri, og skrivar og framførir sínar egnu sangir. Men henni dámar eisini væl at samstarva við aðrar tónleikarar til dømis Bubba Mortens og Ásgeir Trausta.

Bríet vitjar í Føroyum saman við tónleikarunum Rubin Pollock, eisini kendur frá kenda íslendska bólkinum KALEO, og Ómari Guðjónsson.

Bríet er sera visuel og listarlig í sínum framførslum og úttrykki, sum sæst aftur í listarligu valunum hon ger, sum aftur endurspegla seg í hennara sjónbandaløgum, listarligu stuttfilmum og framførslum, sum hon sjálv leggur til rættis og leikstjórnar. Harumframt er Bríet ein framúrskarandi sjónleikari, og so málar hon eisini. Tað mesta av hennara tónleiki er skaptur saman við Pálma Ragnari Ásgeirssyni, sum eisini skrivar tónleik og er framleiðari. Bríet og Pálmi hava arbeitt saman í nógv ár.

Útgávan Kveðja, Bríet vann Íslendsku tónlistavirðislønina sum Ársins útgáva í 2021, umframt at Bríet somuleiðis varð kosin ársins sangari og ársins sangskrivari tað árið. Tónleikurin hjá Bríet hevur vunnið seg nógv fram í Íslandi og uttanlands. Hon hevur skrivað tónleik og framført síðan hon var tannáringur, og heldir hon fram við at rannsaka nýggjar listarligar kenslur við at skapa, og byrjar nú ein nýggjan kapittul í sínum tónleikara lívi á altjóða pallinum.

“Eg elski litin gult. Eg elski at hoyra fólk flenna, og eg elski blómur. Eg var 17 ár tá eg útgav mína fyrstu EP og allur mín tónleikur er um kærleika - á ein ella annan hátt”.

Konsertin við Bríet er partur av PULS, ein norðurlendsk verkætlan undir Nordisk Kulturfond, sum Listastovan hevur verið partur av seinastu 4 árini. Hetta er næst seinasta PULS konsertin, av eini langari røð av konsertum stuðla av Nordisk Kulturfond gjøgnum árini. Somuleiðis hevur Atlantic Airways stuðlað konsertini.

Í samband við ferðina til Føroya, hevur Listastovan gjørt samstarv við Tøting og Sirkus, sum eisini fara at hava Bríet á vitjan ímeðan hon er í Føroyum.