Brimheim vann tvær ferðir: Ársins fløga og ársins framleiðari

Hon var tilnevnd heilar 4 prísir.  

Edvin H. Niclasen
30. januar 2025 kl. 22:51

Tað var ein nøgd Brimheim, ið kundi fara heim aftaná virðislønarveitsluna í Park Bio í Keypmannahavn mikukvøldið. Hetta var fyrstu ferð, at Den Uafhængige – nýggja tónleikavirðislønarfagnaðurin í Danmark – varð hildin, og Brimheim vann sum einasta tónlistafólkið heilar tveir tónleikaprísir: Ársins fløga og ársins framleiðari. Hon var tilnevnd heilar 4 prísir.  

- Eg eri øgiliga glað og errin av at fáa tær báðar virðislønirnar í kvøld, og eg føli eisini, at tað er øgiliga uppiborið. Eg eri sera errin av tí, sum Søren Buhl og eg hava skapt saman, og tí heildini, sum tað er vorðið til.

Brimheim var sostatt tað einasta tónlistafólkið, sum fekk tveir vinningar við sær heim.