Brimverjan í Kirkjubø liðug í ár

Óttast varð, at brimið fór at skola fornminnini í Kirkjubø á sjógv, men komið er nú so mikið langt við bakkaverjuni framman fyri Líkhús og Ólavskirkjuna, at tað arbeiðið verður væntandi liðugt í ár

Steinar Patursson
3. juli 2022 kl. 15:52

Arbeiðið at tryggja fornminnini í Kirkjubø frá at hvørva við briminum heldur fram í ár, og ætlanin er, at tá árið er av, eru bæði Ólavskirkjan og toftirnar á Líkhúsi tryggjaðar móti briminum.

Fornminnini í Kirkjubø hava við jøvnum millumbilum verið uppi at venda, og so var eisini í 2019, tá ein bersøgin Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, vildi vera við, at um ikki okkurt varð gjørt fyri at verja Ólavskirkjuna, so endaði hon í sjónum.

Í viðmerking til Sosialin segði Jóannes Patursson 8. Juli í 2019, at ov lítið varð gjørt fyri at bjarga Ólavskirkjuni, og at tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn kirkjan endaði á sjónum.

 

Arbeiðið út fyri Líkhús avgreitt
Arbeitt hevur verið seinastu árini við at fáa gjørt tær ábøtur, ið skulu gerast, sigur Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum.

Verjugarður er gjørdur undir Líkhúsi, umframt at ein sokkil er stoyptur, sum skal verja tann gamla verjugarðin, ið Jóannes Patursson bóndi lat gera.

Eisini er sokkil stoyptur undir einum parti av verjugarðinum fram við Ólavskirkjuni, og eftir ætlan skal sokkilin stoypast liðugt allan vegin fram við kirkjugarðinum í ár. Síðani skal gamla betongdekkið takast av, og eitt nýtt skal stoypast og festast niður á verjugarðin.

Ein millión krónur vórðu settar av til arbeiðið í fjør, og ein millión krónur eru settar av til at gera arbeiðið liðugt í ár. Men hóast júst hetta arbeiðið – at gera verjugarð og stoypa – verður liðugt í ár, so merkir hetta ikki, at arbeiðið at verja fornminnini í Kirkjubø er liðugt.

- Tað fer ongantíð at vera endaligt við einari brimverju á hendan hátt, tí tað fer at vera ein áhaldandi dystur allatíð. Tað heldur ongantíð uppat, sigur Herleif Hammer.

- Men nú fáa vit at síggja, hvussu hetta fer at rigga, og hvussu nógv brim kemur upp á kirkjuna.

 

Serfrøði úr útlondum
Arbeiðið at gera neyðugu verjurnar í Kirkjubø er eitt samstarv millum Tjóðsavnið og Landsverk, men neyðugt hevur eisini verið við hjálp uttanífrá, og ein skotskur serfrøðingur hevur tí verið á vitjan í Føroyum, har hann var á rundferð við Tjóðsavninum at hyggja upp á tær ymsu avbjóðingarnar, ið Tjóðsavnið hevur við brimi.

- Hann hevur nógvar royndir bæði frá Orknoyggjum og úr Hetlandi við brimverjum, so hann kom til Føroyar at vísa okkum, hvussu tey høvdu gjørt.

 

Ætlanirnar um grótkast fyribils sleptar
Í 2019 var eisini havt á lofti, at eitt grótkast kundi leggjast longri úti í sjónum, sum fyri tað mesta skuldi liggja undir vatnskorpuni.

Hetta hevði havt við sær, at sjóvarlinjan og víkin sjálv vórðu verðandi, sum tær vóru, og ætlanin var, at grótkastið skuldi taka so lítið av útsjóndini úteftir sum møguligt.

Tann ætlanin varð kortini slept, men framvegis eru aðrar loysnir at tríva í, skuldi tað verðið neyðugt.

- Har er ein annar møguleiki, og tað er at leggja stórar klettar út í fjøruna frammanfyri – um 12 tons ella so. Skuldi tað verið ein loysn, so vórðu teir lagdir nakrir metrar frá landi.

 

Torført at stoypa fram við sjónum
Arbeiðið at tryggja fornminnini í Kirkjubø verður gjørt í samstarvi við Landsverk, og tað er Ási Mikkelsen, ið stendur fyri arbeiðinum hjá Landsverki.

Ási Mikkelsen váttar, at farið verður undir at gera seinasta stoypiarbeiðið í august ella september, og at ætlanin er at fáa tað arbeiðið avgreitt í ár.

Tað hevur kortini verið trupult at fáa fólk til at átaka sær arbeiðið, bæði tí at tað yvirhøvur er trupult at finna arbeiðstakarar í løtuni, men eisini ti at tað er knossut arbeiði. Tað ber ikki til at fáa stórar maskinur at gera arbeiðið, tí tær sleppa ikki framat, og av somu orsøk má arbeiðið fyri tað mesta gerast við hond.

 

Kirkjugarðurin framvegis í vanda
Eitt er, at brimið ger seg inn á Ólavskirkjuna og toftirnar í Líkhúsi, men Ási Mikkelsen óttast serliga, at brimið kann fara avstað við kirkjugarðinum sjálvum, og har er vandi fyri, at verjugarður er nokk í sjálvum sær.

- Tað er ivasamt, um garðurin er verja nokk, tá tað er øgiligur uppgangur, so tað frægasta hevði nokk verið at fingið lagt klettar út í sjógvin, sum kunnu taka eitt sindur av briminum. Men upphæddirnar, sum vit ráða yvir, røkka ikki so langt.

Ási Mikkelsen veit ikki at siga, at milliónin, sum er játtað í ár, røkkur til at fáa klettar í sjógvin framman fyri kirkjugarðinum.

Meira skal gerast í framtíðini
Aftrat bakkaverjuni framman fyri Líkhús og Ólavskirkjuna, verður eisini neyðugt at gera okkurt fram við vegnum, ið liggur framman fyri Múrin fram við sjónum.

- Tann vegurin er við at fara í briminum eisini, sigur Herleif Hammer og vísir á, at um vegurin fer, kemur sjógvurin og brimið eisini longur niðan móti Múrinum.

- Har er ætlanin at gera annaðhvørt ein lágan verjumúr úr betong ella at leggja eitt grótkast úti í ta lítlu víkina, sum er har. Tann ætlanin er ikki liðug enn, og nú gera vit fram við kirkjuni í ár, og so mugu vit síggja, hvussu hetta háttar seg.

 

Toftirnar í Líkhúsi umvældar
Umframt at arbeitt hevur verið bakkaverju framman fyri fornminnini í Kirkjubø, hevur eisini verið arbeitt við at umvæla sjálvar toftirnar á Líkhúsi.

- Ein klimaverja varð løgd yvir tann múrin, sum var eftir, fyri at turka hann. Tá múrurin var turrur, varð klimaverjan tikin av, og nýggjur mørtil varð koyrdur í múrin, sigur Herleif Hammer.

Hetta varð gjørt í samstarvi við Hans Frederiksen, konservator frá Nordisk Konservering í Keypmannahavn.

- Hann hevur serfrøði innan mørtli av fugum. Hann hevur arbeitt við hesum hvørt summar í nógv ár, og hann kemur upp aftur í summar at hava skeið um, hvussu vit kunnu halda tað við líka, sum er gjørt, tí nú er fuguarbeiðið liðugt.