Ongi úrslit

Bróðursonur Michael Jackson hevur leiklutin sum Michael Jackson í nýggjum filmi

Tá lívsøgan um Michael Jackaon verður filmsgjørd, er tað ikki hvør sum helst, sum skal spæla leiklutin sum tann heimskenda popstjørnan

Ragnar Sjúrðarson
31. januar 2023 kl. 21:36

Tað varð fyri stuttum váttað, at 26 ára gamli Jaafar Jackson skal spæla Michael Jackson í nýggjum filmi.

Jafaar Jackson er sonur Jermaine Jackson, sum var limur av The Jackson 5. 

Á Instagram hevur Jafaar Jackson lagt eina mynd út, har hann í sonnum Michael Jackson stíli stendur frammanfyri speglinum.

Tað er stóra filmsfyritøkan Lionsgate, sum ger komandi filmin, sum verður leikstjórnaður av Antoine Fuqua. Filmurin fær navnið “Michael”.

Tað verður fyrsti filmurin hjá Jafaar Jackson.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14